Lesing

Hvat er lesing?

Forvitni

Um vit vilja fáa okkurt at vita um eitthvørt, kunnu vit fara til onkran, sum vit halda vita nakað um tað. Vit kunnu so biðja viðkomandi greiða okkum frá tí, hann ella hon veit um evnið,  ella vit kunnu spyrja nærri, um tað er okkurt serstakt, vit vilja vita um.
Kanska kenna vit onkran, sum dugir væl at siga frá, og okkum dámar væl at sita undir tí, sum rekur fram við oyrað.
Í grundini er tað so, at vit vilja finna meining við øllum, vit vilja vita, um nakað høpi er í tí, vit ganga og hugsa. Vit vilja eisini duga og duga betur. Vit eru forvitin.

Men so kann so illa vilja til, at eingin er í nánd, sum veit nakað um hetta. Um tað er okkurt frá fortíðini, so eru tey kanska farin, sum vistu, og er tað okkurt um fremmand lond og fremmand fólk, so kenna vit ongan, sum hevur verið har. Um vit vilja duga at baka banankøku, so er eingin at læra okkum tað.

Nú er bara eitt at gera, og tað er at finna okkurt, sum er skrivað um tað. Onkur hevur kanska onkuntíð fest okkurt á blað hesum viðvíkjandi.

 - Tað ber møguliga til at finna onkran film ella videobrot, men tað hoyrir ikki rættiliga til her. -

So her kemur tað. Um vit skulu fara eftir tí skrivaða orðinum, so mugu vit lesa.

At lesa er at finna eina meining

(Her kemur meir)



PISA sigur:
Gransking sigur:

Ingen kommentarer:

Send en kommentar