tirsdag den 24. oktober 2017

Hví hendir einki á blogginum?

Í sínari tíð upprættaði eg hendan bloggin m.a. til at leggja ymiskt tilfar og ymiskar tankar serliga um lesing út á.

Síðani tær fyrstu fáu ferðirnar er lítið komið frá mær, men ein stór grund til hetta er, at eg fyrr í ár brúkti tíð upp á at senda tilfar inn til handritakappingina, sum NÁM skipaði fyri.
Tað gav úrslit, .og eg vann kappingina, men tað krevur so eisini, at eg má arbeiða víðari við handritinum, og tað tekur tíð. Sum eg havi skilt, ætlar NÁM at geva hetta út, men eg veit ikki nær.

Møguliga, um eg havi tíð, leggi eg onkran forsmakk út, men eg rokni ikki við, at tað verður tað heilt stóra. Livst, so spyrst.




mandag den 13. marts 2017

Fyrireiking

Hetta lati eg standa einsamalt fyri fyrst - men hetta sigur alt.

onsdag den 22. februar 2017

Hús at lita

Eg skilji á lagnum, at okkurt av tí, eg havi lagt út, ikki riggar so væl at prenta, tað er sjálvandi keðiligt. Men eg velji nú at leggja tvey uppgávuørk út, sum tykkum stendur frítt at brúka, tey hoyra til tey fyrstu 24 orðini á listanum, 12 orð á hvørjum. So kunnu tit siga mær, um hetta riggar betur - og kanska um onkur feilur skuldi hent seg at verið.


mandag den 20. februar 2017

Meir um staviorð

Her havi eg eitt dømi um, hvussu ein uppgáva kann síggja út, tá ið hon er liðugt litað:

søndag den 19. februar 2017

Bókstavir og kattaklór

Tað er stuttligt at síggja, tá ið næmingarnir tíma at gera uppgávurnar, sum eg sjálv framleiði, og fleiri av næmingunum í 1. flokki mettast ikki, so tað ræður um at hava nóg mikið av tilfari til teirra. Millum annað tí gjørdi eg bókstavaraðið við kattaklóri. Her er Øø:
Her hava næmingarnir litað Rr:
 Og her eru fleiri:

lørdag den 18. februar 2017

Brellbitar - 120 orðini

Tá ið arbeitt verður við 120 orðunum er gott at hava fjølbroyttar uppgávur. Sum sæst í seinasta innslagi, havi eg býtt staviorðini í 5 listar við 24 orðum í hvørjum, har orðini gerast longri og longri, skipað eftir liti.
Til hvønn lista havi eg m.a. gjørt uppgávur at balla orð. Her snýr tað seg um at finna og kenna orðini aftur. Børnunum dámar væl hesar uppgávurnar.

onsdag den 15. februar 2017

120 orðini

Í skúlanum brúki eg tíð saman við næmingunum at arbeiða við teimum 120 vanligastu orðunum. Um ein lesari dugir hesi orðini, dugir hann ella hon út ímóti helvtini av øllum orðunum, sum brúkt verða í vanligum tekstum. Hjá øllum, men serliga hjá einum veikum lesara, hevur tað sera stóran týdning at læra seg hesi orðini, at lesa tey raðið, at stava tey og at skriva tey, tí so verður tað tað minni at stava ella stríða seg ígjøgnum, tá ið lisið verður.
Til høgru er listi við teim 120 orðunum:











Í hesum arbeiðinum havi eg eisini gjørt uppgávur til orðini, m.a. hesa til høgru, sum næmingarnir hugagóðir eru farnir í holtur við. Við einari slíkari uppgávu læra tey at kenna orðini aftur.